Ert tú okkara summarferiuavloysari til deildina í Havn?
Suðuroyar Sparikassi í Havn søkir eftir einum røskum summarferiuavloysara í tíðarskeiðinum millum 7. juli og 8. august 2025.
Uppgávur
Uppgávurnar eru móttøka og kassaavgreiðsla, umframt aðrar
avgreiðsluuppgávur.
Um teg
Vit vænta, at tú ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og ágrýtin. Tað er ein
fyrimunur, um tú ert bankalærd/ur, og møguliga ert farin undir víðari
lesnað, men tú ert eisini vælkomin at søkja, um tú hevur aðrar royndir úr
tænastuvinnuni. Vit syrgja fyri upplæring.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá YTF.
Ynskir tú at frætta meiri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Símun Samuelsen, bólkaleiðara, á 239843 ella simun@ss.fo.
Umsókn
Umsóknin við lívsrensli (CV) og møguligum viðmælum, skal sendast til
Símun Samuelsen á simun@ss.fo.
Freistin at søkja er 11. juni 2025.