NemID verður skift út við Samleikan

Føroysku peningastovnarnir heita á kundar, sum ikki hava Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo, so tey kunnu rita inn í nýggja Netbankan.

Ein fyrimunur at skráseta seg í góðari tíð
Tá ið ein brúkari hevur bílagt Samleikan, verður umsóknin viðgjørd av Talgildu Føroyum, og viðkomandi fær beinleiðis boð, tá ið Samleikin er klárur at brúka. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið nýggi Netbankin kemur, og øll skulu brúka Samleikan til innritan.

Í Danmark verður NemID avloyst av MitID. Tilgongdin er byrjað  men hetta fer ikki at ávirka kundar í føroyskum peningastovnum, sum bara skulu brúka Samleikan til innritan. Tey, sum av øðrum orsøkum hava NemID, eiga at fylgja kunningini frá donskum myndugleikum um, hvussu MitID verður útvegað á mitid.dk.