Úr at gera í Suðuroyar Sparikassa fyrra hálvár 2022

Úrslitið fyri skatt fyrra hálvár 2022 er 1.444 t.kr., sum er á leið tað sama sum fyrra hálvár 2021.

Realkredittfíggingin koyrir við fullari ferð og seinasta hálva árið eru realkredittlánini økt við 42,5 mió. kr, ið svarar til 62,3%. Dentur verður lagdur á hetta økið og at veita góða ráðgeving. “Fleiri kundar hava brúkt hækkandi rentustøðið til at konvertera fastforrentaðu realkredittlánini og harvið minkað nógv um restskuldina” sigur Søren Bruhn, stjóri.

Eins og ætlað, eru innlánini lækkaði - úr 721 mió. kr. í 676 mió. kr. Útlánini eru hækkaði úr 538 mió. fyrra hálvár 2021 upp í 549 mió. kr. fyrra hálvár 2022. 

Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 21,4 %, meðan solvenstørvurin er 10,4 %. Longu í dag lýkur Suðuroyar Sparikassi lógarkravið í 2025, sum er 19,0 %. Lógarkravið í 2022 er 17,0%.

Suðuroyar Sparikassi hevur gott gjaldførið og LCR er 30. juni 2022 524 %, meðan tað sama tíðarskeið í fjør var 746 %.

Hálvársúrslitið er ávirkað av einum kurstapi á 942 tkr. Tað er serliga kríggið í Ukraina, ið er orsøk til tess, umframt orsøkin til høgu inflatiónina. At evropeiski miðbankin, ECB, og síðani eisini danski tjóðbankin, hava hækkað rentuna,  fer at ávirka rentustøðið komandi tíðina.

 

Samanumtikið hevur tað gingið sera væl fyrra hálvár 2022 og vit hava havt úr at gera í Suðuroyar Sparikassa”, sigur Søren Bruhn at enda og leggur afturat, at Suðuroyar Sparikassi væntar, at endaliga ársúrslitið 2022 verður 1.800 t.kr.- 2.500 t.kr. fyri skatt.

 

Hálvársúrslitið kann síggjast her og spurningar kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.