Suðuroyar Sparikassi tillagar út- og innlánsrenturnar

Eftir at evropeiski miðbankin (ECB) og danski tjóðbankin í farnu viku aftur hækkaðu rentuna og hesuferð við 0,50 %-stigum, hækkar Suðuroyar Sparikassi eisini út- og innlánsrenturnar.

Rentuhækkingarnar merkja, at innláns- og útlánsrenturnar hækka við upp til 0,30%-stig, galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar.

Rentubroytingin fær gildi 7. februar 2023.