Konfirmantar á vári 2022

Suðuroyar Sparikassi bjóðar 7% p.a. í rentu til allar konfirmantar, sum seta pengar inn á eina KonfirmatiónsKontu.

KonfirmatiónsKonta er eisini til tín, hóast tú ikki velur eina kirkjuliga konfirmatión.

Tú kanst taka pening út av KonfirmatiónsKontuni eftir tørvi.

 

Inngjald í tíðarskeiðinum 1. mars - 30. juni 2022

  • Hámarkið fyri inngjald er kr. 10.000
  • Bert loyvi at gera eitt inngjald
  • 7% p.a. í rentu fram til 31. desember 2022
  • Frá 1. januar 2023 er rentan svarandi til Puls nýtslukonta.