Suðuroyar Sparikassi hækkar rentur

Grundað á, at altjóða rentustøðið er hækkað seinastu tíðina, og at rentan hjá danska tjóðbankanum er hækkað 0,50%, hækkar Suðuroyar Sparikassi rentuna 1. september 2022.

Rentubroytingin hjá tjóðbankanum verður framd fyri at tálma høgu inflatiónini og gjøgnum hægri rentu at gera tað dýrari at fremja íløgur og meira skynsamt at spara pening upp.

Rentubroytingin merkir, at rentan á innlánum og útlánum við broytiligari rentu fer at hækka í næstum. «Framyvir verður tað eitt sindur dýrari at læna pening, meðan kundarnir við innláni skulu gjalda minni í negativari rentu,” sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,4%-stigum p.a.
Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5%-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,5%-stigum p.a.

Rentubroytingin fær gildi 1. september, og lýst verður í miðlunum í næstum.

Spurningar kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo