Ert tú okkara nýggi næmingur?

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, fleksiblum og fyrikomandi næmingi við áhuga í fíggjarheiminum og ráðgeving at byrja í høvuðssæti okkara í Vági í august.

Sum næmingur í Suðuroyar Sparikassa kemur tú at arbeiða innan øll virkisøkini í stovninum og tætt saman við øllum starvsfólkunum. Vit eru 15 starvsfólk, ið starvast í høvuðssætinum og á deildini í Havn, stutt er millum liðini og okkara virðisgrundarlag byggir á, at vit vilja vera dugnalig, ágrýtin og reiðilig.

Bankaútbúgvingin tekur tvey ár og er sett saman av undirvísing og praktiskum arbeiði. Eftir lokna útbúgving hevur tú góðar starvsmøguleikar, umframt, at útbúgvingin kann vera ein liður í víðari lesnaði.

 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum FAG og YTF galdandi fyri peningastovnar og tryggingarfeløg.

Vilt tú hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur Óla Samuelsen, deildarleiðara, á 239874 ella peturoli@ss.fo.

 

Umsóknarfreist

Umsókn við neyðugum skjølum kann sendast til ss@ss.fo

 

Umsóknarfreistin er 22. juli 2022.