Ársaðalfundur 24. mars 2022
Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundinum og at greiða atkvøðu verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga hósdagin 17. mars 2022.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva skrivliga fulltrú. Fulltrúarskjal er at finna her og í deildum felagsins.
Skjal at nýta í samband við møguliga brævatkvøðu er at finna her og í deildum felagsins. Um so er, at tygum ynskja at geva brævatkvøðu skal brævatkvøðuskjalið vera móttikið á høvuðsskrivstovu felagsins í seinasta lagi hósdagin 24. mars 2022 kl. 13.00.