Suðuroyar Sparikassi tillagar út- og innlánsrenturnar

Sum væntað hækkaðu bæði evropeiski miðbankin (ECB) og danski tjóðbankin aftur rentuna herfyri – við ávikavist 0,75 %-stigum og 0,60 %-stigum.

Orsakað av hesum hækkar Suðuroyar Sparikassi innlánsrenturnar við upp til 0,70%-stig og útlánsrenturnar við upp til 0,50 %-stig.

Rentubroytingin fær gildi 9. desember 2022.