Ársaðalfundur 29. mars 2023
Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi fríggjadagin 24. mars 2023 hava boðað felagnum frá luttøku á deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn.
Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundinum og at greiða atkvøðu verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga mikudagin 22. mars 2023.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva skrivliga fulltrú. Fulltrúarskjal er at finna her og í deildum felagsins.
Skjal at nýta í samband við møguliga brævatkvøðu er at finna her og í deildum felagsins. Um so er, at tygum ynskja at geva brævatkvøðu skal brævatkvøðuskjalið vera móttikið á høvuðsskrivstovu felagsins í seinasta lagi mikudagin 29. mars 2023 kl. 13.00.