Suðuroyar Sparikassi tillagar út- og innlánsrenturnar

Eftir at evropeiski miðbankin (ECB) og danski tjóðbankin í farnu viku aftur hækkaðu leiðandi rentuna, hækkar Suðuroyar Sparikassi eisini út- og innlánsrenturnar.

Rentuhækkingarnar merkja, at innlánsrenturnar hækka við upp til 0,50%-stigum p.a.

Útlánsrenturnar hækka við upp til 0,30%-stigum p.a. fyri privatkundar og upp til 0,50%-stigum p.a. fyri vinnukundar.

 

Rentubroytingin fær gildi 5. mai 2023.