Longt samstarvið

Suðuroyar Sparikassi verður framhaldandi høvuðssponsor trý tey næstu árini hjá felagnum.

Vágs Kappróðrarfelag er eitt felag við nýhugsan, og hetta sæst aftur í kørmunum tey geva ungdóminum og góðu úrslitunum eitt nú í inniróðri.

Vit í Suðuroyar Sparikassa fegnast um at hava longt sponsoravtaluna enn einaferð 😊

Gott róðrarár til nevndina og allar manningarnar 🚣🚣‍♂️💪

Hon fremst av øllum er – vár tjóðarítrótt her, og spentir bivast barmar – hvør fremst um málið fer.