Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku

 

Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi, um tú skalt flyta lønir ella gera uttanlandsflytingar áðrenn ólavsøku.

Lønarflytingar

  • Lønir skulu flytast í seinasta lagi hósdagin 24. juli kl. 15.30, um tær skulu vera móttakaranum í hendi áðrenn ólavsøku. 

Uttanlandsflytingar

  • Flytingar til/frá útlondum skulu avgreiðast í seinasta lagi fríggjadagin 25. juli kl. 13.00. 

Vanligar flytingar

  • Flyting til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa: Fríggjadag 25. juli kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Hósdag 24. juli kl. 18.30
  • Flyting sama dag: Fríggjadag 25. juli kl. 11
  • Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.

Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er skilagott at gera flytingina í góðari tíð.

Deildir okkara hava stongt 28. og 29. juli. Opið er aftur sum vant mikumorgunin 30. juli 2025 kl. 9.30.

 

Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku.