Ert tú okkara summarferiuavloysari til delidina í Havn?

Vit hava tørv á røskum summarferiuavloysara í tíðarskeiðinum millum 7. juli, ella fyrr, og 8. august 2025.

Uppgávur
Uppgávurnar eru móttøka og kassaavgreiðsla, umframt aðrar avgreiðsluuppgávur.

Um teg
Vit vænta, at tú ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og ágrýtin. Tað er ein fyrimunur,
um tú ert bankalærd/ur, og møguliga ert farin undir víðari lesnað, men tú ert eisini
vælkomin at søkja, um tú hevur aðrar royndir úr tænastuvinnuni. Vit syrgja fyri
upplæring.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá YTF.

Ynskir tú at frætta meiri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Símun Samuelsen, bólkaleiðara, á 239843 ella simun@ss.fo.

Umsókn
Umsóknin við lívsrensli (CV) og møguligum viðmælum, skal sendast til
Símun Samuelsen á simun@ss.fo.