Ávaring um følsk SMS-boð
Seinastu mánaðirnar hava ymisk SMS-boð verið í umferð, ið hava til endamáls at fáa fólk at trýsta á eitt leinki og síðani lumpa persónligar upplýsingar úr fólki. Boðini látast at vera frá eitt nú Samleikanum, Nets og Posta, men talan er um sníkar, ið royna at lumpa fólk. Tað er sera umráðandi ongantíð at trýsta á leinki í SMS-boðum, ið biðja um persóns- og/ella kortupplýsingar.
Dømi um følsk SMS-boð


Á heimasíðuni hjá Samleikanum kanst tú lesa meira og fáa góð ráð.
Read about fake text messages in English here.
Um tú hevur trýst á leinkið
Hevur tú trýst á leinkið ella upplýst ella skrivað persónsupplýsingar, mæla vit tær til at endurnýggja Samleikan.
Hevur tú illgruna um, at kontuupplýsingar eru misnýttar ella okkurt illgrunasamt virksemi er á netbankanum, skalt tú alt fyri eitt antin rita inn á netbankan og sperra kortini hjá tær, ella ringja til okkara á telefon 359870.
