Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop
Seinastu mánaðirnar hava alsamt fleiri føroyingar fingið følsk sms-boð, har svikarar royna at fáa móttakaran at trýsta á eitt leinki og lata frá sær persónligar upplýsingar. Fleiri hava longu latið upplýsingar í teirri trúgv, at boðini komu frá einum peningastovni, Posta, Nets, Samleikanum ella øðrum myndugleika. Politiið , Talgildu Føroyar og peningastovnarnir ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr.
Alsamt fleiri verða rakt
Síðani í februar í ár er talið á følskum sms-boðum og svikroyndum vaksið munandi. Serliga seinasta mánaðin eru álopini vorðin fleiri og snildari. Boðini kunnu síggja álítandi út, og svikarar kunnu bæði misnýta nøvn og fáa tað at síggja út, sum boðini koma frá einum kendum telefonnummari. Í boðunum verða fólk ofta biðin um at skunda sær at dagføra upplýsingar ella gjalda fyri eitthvørt.
Samleikastuldur og fíggjarlig tap
Fleiri føroyingar hava trýst á leinkini og latið persónligar upplýsingar í góðari trúgv, og í summum førum hevur hetta havt fíggjarlig tap við sær. Enn er eingin samlað uppgerð yvir talið á málum ella fíggjarligum tapum, og tí kann veruliga vavið vera størri enn tað, sum higartil er komið undan kavi.
Talan er tó eisini um samleikastuldur, sum er minst líka álvarsamur. Svikarar hava eitt nú fingið hendur á p-tølum, kortupplýsingum, teldupostbústøðum og loyniorðum til teldupost hjá nógvum føroyingum. Við hesum upplýsingum verða dyrnar latnar upp til nærum allar upplýsingar um ein persón, og tí ber eisini til at misnýta hesar upplýsingar til nógv ymisk brotsverk – bæði beinanvegin og seinni.
Øll kunnu verða lumpað
Føroysku peningastovnarnir hava hvør sær kunnað kundarnar um følsku sms-boðini. Nú álopini eru vorðin so umfatandi, standa peningastovnarnir, Talgildu Føroyar og politiið saman um at ávara allar føroyingar.
“Vit heita staðiliga á øll um at steðga á og hugsa seg um, tá ið tey fáa eini óvæntað sms-boð, hóast boðini kunnu síggja bæði ektað og álítandi út. Peningastovnar, tryggingarfeløg, Posta, Samleikin og aðrir myndugleikar biðja ongantíð sínar kundar ella brúkarar um at lata loyniligar ella persónligar upplýsingar í einum sms-boðum. Svikararnir eru dugnaligir, og øll kunnu verða lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna. Tá er bara umráðandi at bera skjótt at og boða frá á røttum staði,” sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar.
“Talan er um skipað brotsverk, har svikarar miðvíst royna at skapa ótta og fáa fólk at bera skjótt at. Boðini kunnu síggja sera álítandi út, vera væl orðað, og tí kann tað vera trupult hjá móttakaranum at meta um, hvørt talan er um ektað ella følsk boð. Vit meta hetta vera eina álvarsama støðu og heita tí á føroyingar um ikki at trýsta á leinkini í boðunum, men sjálvi seta seg í samband við stovnin, sum sigst vera avsendarin,” sigur Trygvi Askham frá teknisku kanningardeildini hjá Føroya Politi.
Steðga á – Hugsa teg um – Spyr
Peningastovnarnir og politiið heita á allar føroyingar um at vera ansnar og fylgja hesum ráðum:
- Steðga á: Trýst ikki á leinki í sms-boðum, og lat ikki persónligar upplýsingar.
- Hugsa teg um: Væntar tú boð frá avsendaranum? Hav ikki ókritiskt álit á navninum ella telefonnummarinum í boðunum. Tað kann vera falsað.
- Spyr: Ert tú í iva, vend tær so til peningastovnin ella myndugleikan og spyr.
- Ber skjótt at, um skaðin er hendur: Hevur tú trýst á leinkið og latið persónligar upplýsingar, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við tín peningastovn. Tú kanst sperra gjaldskortið á netbankanum um skaðin hendir eftir arbeiðstíð ella í vikuskiftinum.
Nærri kunning
Felagið Peningastovnar: Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar, tel. 230678
Talgildu Føroyar: tel. 351881
Nøkur dømi um, hvussu følsku sms-boðini seinastu tíðina hava sæð út:





Følsku sms-boðini leiða aloftast brúkaran til eina falska heimasíðu, har biðið verður um ymiskar upplýsingar. Her eru tvey av fleiri dømum um, hvussu ektaðar og álítandi følsku heimasíðurnar kunnu síggja út:

