Suðuroyar Sparikassi vælnøgdur við úrslitið fyrra hálvár 2026
Hálvársúrslitið 2026 vísir eitt úrslit á 1,7 mió. kr. aftaná skatt sammett við 3,7 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Hálvársúrslitið er lægri enn í fjør, ið tó eisini var serstakliga gott orsakað av óvanliga lágum niðurskrivingum og stórum avlopi á virðisjavnanum.
Hækking í bæði inn- og útlánum
Útlánini hækkaðu úr 619 mió kr. upp í 662 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur á 43 mió. kr. ella 7%.
Innlánini vóru 850 mió. kr. sammett við 831 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør, sum er ein hækking á 19 mió. kr. ella 2,3 %.
Eginkapitalurin er øktur úr 80,5 mió. kr. upp í 82,6. mió. kr. sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Solvensur og gjaldføri
Solvensurin var 26,6 % samanborið við 24,6 % í 2025. Lyklatalið fyri gjaldførið var 996 % í mun til lógarkravið á 100 %.
Søren Lünell Bruhn, stjóri, sigur: “Vit eru vælnøgd við fyrra hálvár 2026. Nógv virksemi hevur verið, og vit hava havt úr at gera.”
Hálvársfrágreiðingin kann lesast her, og spurningar kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, á tel. 239872 ella soren@ss.fo. Lyklatøl fyri roknskapin 1. hálvár 2026 1. hálvár 2025 2025 Úrslit aftaná skatt (t.kr.) 1.718 3.686 4.626 Grundrakstur (t.kr) 2.616 3.614 3.215 Útlánsvøkstur 6,9% 2,8% 3,0% Innlánsvøkstur 2,4% 9,6% 9,6% Útlán(mió kr.) 662 619 620 Innlán (mió kr.) 850 831 831 Niðurskrivingar -214 124 249 LCR 996% 921% 651% Solvensur 26,6% 24,6% 25,3%
