Suðuroyar Sparikassi hækkar renturnar og dagførir tænastugjøld

12. juni hækkaði danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25%-stigum.

 

Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini hækkar renturnar. Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 %-stigum.

 

Harumframt dagførir Suðuroyar Sparikassi síni tænastugjøld.

 

 

Broytingarnar koma í gildi 31. august 2026.

 

Rentu- og tænastuyvirlitini á heimasíðuni www.ss.fo verða dagførd, tá ið broytingarnar koma í gildi.