Ert tú okkara nýggi kundaráðgevi á deildini í Havn?

Lýsing av starvsøki

Vit leita eftir tær, sum brennir fyri at veita privatkundum eina góða tænastu og ráðgeving, við fokusi á kundan. Tú fært ábyrgdina av tínum egnu kundum og luttekur harumframt saman við starvsfeløgum í dagliga arbeiðinum á deildini.

 

Førleikakrøv
Gjarna peningastovnsútbúgving, AFR ella líknandi útbúgving.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, ágrýtin, fleksibul og gert tær ómak. Tær dámar væl at hava nógv at gera, eins og tær dámar væl fjølbroyttar uppgávur og at fullføra eitt gott arbeiði.

 

Upplýsingar um starvið

Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Símun Samuelsen, bólkaleiðara, á telefon 239843 ella á simun@ss.fo.

Starvsbyrjan er eftir avtalu.

 

Umsókn


Umsókn við lívsrensli (CV) og møguligum viðmælum skal sendast  til Símun Samuelsen á simun@ss.fo.

Umsóknarfreistin er 29. mai 2026.