Fíggjarark til at fáa greiðu á fíggjarviðurskiftum

 

Tað er eitt stórt skifti, ið fer fram, tá tú flytir heimanífrá. Eitt nú fært tú nú sjálv/ur ábyrgd av tínum fíggjarviðurskiftum og harvið eisini at tryggja, at allar rokningar verða rindaðar - til tíðina. Harumframt er umráðandi, at nokk er av peningini til mat og annað, tá ið mánaðurin nærkast endanum.

Snilt er at gera sær eitt fíggjarark til at hava greiðu á fíggjarviðurskiftunum.

Fíggjararkið kann gerast á netbankanum á telduni - ella við at tosa við okkum.

Fíggjarark

 

Byrja við at skriva inntøkurnar inn í fíggjararkið. Síðani er at finna útav, hvørjar fastar útreiðslur tú hevur: mánaðarliga, hvønn ársfjórðing og árliga.

Tá ið tú hevur yvirlit yvir útreiðslurnar, kanst tú skriva, hvussu nógv, tú brúkar uppá hvørja útreiðslu.

Størsta útreiðslan er vanliga húsaleigan, har streym-, hiti- og vatnnýtslan ikki altíð er roknað við. 

Umráðandi er at hava tryggingar, um okkurt óhapp skuldi hent. Hetta er eisini ein útreiðsla.

 

 

Um gjørligt, er gott at leggja pening til síðis og soleiðis spara saman til at hava møguleika at hugna sær onkuntíð - ella til eitt framtíðar húsa, íbúðar- ella bilakeyp.

Ring til okkara ella send teldupost

Vit hjálpa tær fegin við fíggjararkinum ella øðrum fíggjarviðurskiftum

359870

Send teldupost