Hevur tú tørv á meira peningi?
Hevur tú tørv á størri fíggjarligum rásarúmi undir lestrartíðini, hava vit ymiskar møguleikar, ið tú kanst velja.
FOKUS Kredittur
Um tú kanst skjalprógva, at tú ert undir útbúgving, kanst tú søkja um FOKUS Kreditt. Hesin verður veittur við einum Mastercard Kredittkorti, har játtaði kreditturin er tøkur, og kreditturin er rentufríur upp til 42 dagar. Afturgjaldstreytirnar fylgja treytunum fyri Mastercard kredittkort.
Tað er ókeypis at stovna FOKUS Kreditt, og tú avger saman við kundaráðgevna, hvussu tú rindar kreditnýtsluna aftur.
LestrarLán
Um tú ert undir útbúgving, ið gevur rætt til ÚS stuðul og er yvir 18 ár, kanst tú fáa eitt LestrarLán, ið hevur til endamáls at stuðla lestrinum.
Lánsupphæddin er í mesta lagi kr. 20.000 og rentan samsvarar 1. veðrætti + 1 prosentstig. Lestrarlán gevur rætt til rentustuðul.
Lánið skal vera afturgoldið, tá ið lesturin er liðugur.
FOKUS Lán
Lánsupphæddin er í mesta lagi kr. 30.000. og rentan er lagalig. Rentan verður tilskrivað sum fyri vanligt lán, og afturgjaldstíðin verður roknað eftir tínum fíggjarviðurskiftum. Tó vilja vit helst, at lánið verður afturgoldið skjótast til ber og í seinasta lagi innan 5 ár.
FOKUS lán er ókeypis at stovna, men hevur eitt avgreiðslugjald.
Ofta settir spurningar/OSS
Lestrarlán frá Studna
Studni veitir eisini lán til lesandi. Les meira um tað her.
Á breddanum
Suðuroyar Sparikassi positivt úrslit fyrra hálvár 2024
Hálvársúrslitið 2024 vísur eitt úrslit á 3,1 mió. kr. sammett við 2,8 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Kostnaðarbroytingar á virðisbrævaøkinum
Samstarvsbanki okkara, Sparekassen Kronjylland, hækkar ymiskar prísir á virðisbrævaøkinum. Hetta merkir, at okkara prísir eisini hækka.