At flyta heimanífrá

Flytivegleiðing


  • Søk um bústað
    Tað kann vera trupult at finna bústað , so byrja í góðari tíð, tá ið tú flytir til eitt nýtt land, so byrja í góðari tíð og leita. Ofta er nógv kunning at finna um hetta á heimasíðunum hjá lærustovnunum.

  • Søk lestrarstuðul
    Tá ið tú fer út um danska ríkið at lesa, kemur tú undir donsku SU-lestrarstuðulsskipanina, og ein skal fyrst royna tey rættindi, ið SU veitir. Tó so veitir Studni ÚSUN-stuðul til lesandi uttanfyri Norðanlond. Gjøgnum ta skipanina kann ein fáa stuðul til skúlagjald og livikostnað í ávísum førum, har SU ikki veitir stuðul. Studni hevur eisini aðrar serligar skipanir fyri lesandi uttanfyri Norðanlond, ið tú kanst kunnað teg nærri um her. 

  • Fá tær NemKontu
    Fyri at fáa SU skalt tú hava eina NemKonto og fyri at fáa NemKontu krevst, at tú hevur eitt danskt CPR-nummar. Vend tær til okkara fyri at stovna eina  NemKontu

  • Fá tær talgilda postkassan eBoks
    Øll brøv frá almennum donskum stovnum, eisini SU, verða send til eBoks. Postkassin kann stovnast á borger.dk ella e-boks.dk.

  • Søk um ferðastundning frá Studna
    Tú hevur rætt til at søkja um ferðastudning frá Studna eina ferð árliga. Studningurin kann søkjast, tá hálvt lestrarár er farið og skal søkjast innan lestrarárið er liðugt. Tey, ið byrja um heystið, kunnu søkja millum januar og juni árið eftir, tvs. freistin er 30. juni. Tey, ið byrja um várið, kunnu søkja millum august og desember, tvs. freistin er 31. desember. 

Góð ráð at leggja tær í geyma, tá ið tú skalt flyta og standa á egnum beinum

 

  • Legg eitt sindur av peningi til síðis
    Ein hentur háttur at spara pening saman og eiga eitt sindur at stuttleika sær fyri. Tú finnir ein útroknara her á síðuni, har tú kanst rokna út, hvussu nógv tú fær burturúr, um tú leggur eina ávísa upphædd til síðis t.d. mánaðarliga.
  • Ger eina fíggjarætlan
    Hetta gevur tær eitt gott yvirlit yvir úreiðslur og inntøku, umframt nýtsluyvirlit og hvussu nógvan pening tú hevur tøkan. Fíggjaryvirlit kann gerast í Netbankanum á teldu
  • Tryggja tær ikki at fara í trot
    Ofta skal ikki nógv til fyrr enn kontan er farin í trot. Fyri at sleppa undan hesum kann loysnin vera eitt Mastercard Debittkort, har ein einans kann nýta upphæddina, ið er tøk á kortinum, umframt at melda seg til Boðtænastuna, ið gevur tær boð, um kontan nærkast 0 kr. 
  • Ver tryggjað/ur
    Umráðandi er at vera tryggjað/ur, um okkurt óhapp hendir

 

Á breddanum

Set teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar í samband við flyting uttanlands

359870