Mastercard Debitt kortsløgini geva tær tann tryggleika, at tú í mesta lagi kanst hava eina kortnýtslu svarandi til ta upphædd, tú hevur á kontuni. Nýtsluupphæddin verður skuldskrivað beinanvegin, kortið verður nýtt. Harumframt er snilt at hava eitt Debitt kort við at ferðast afturat eitt nú einum VISA/Dankorti ella Mastercard Kreditt.

Suðuroyar Sparikassi bjóðar fimm ymisk sløg av Mastercard debittkortum, sum tú kanst lesa meira um niðanfyri.

Samanber Mastercard debittkortini

Young

Til tey 10-17 ára gomlu

  • Møguleiki fyri korti við egnari mynd
  • Saldueftirlit
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: kr. 2.000
  • Keyp upp til 30.000 kr. í handlum og á netinum dagliga
  • Ókeypis

Silvur

Til tey 18-29 ára gomlu

  • Tiltaksavlýsingartrygging og longd vørutrygging
  • Møguleiki fyri korti við egnari mynd
  • Saldueftirlit
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: kr.  5.000
  • Keyp upp til 30.000 kr. í handlum og á netinum dagliga
  • Ókeypis

Standard

Til kundar yvir 30 ár

  • Møguleiki fyri  korti við egnari mynd
  • Saldueftirlit
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: kr.  5.000
  • Keyp upp til 30.000 kr. í handlum og á netinum dagliga

Gull

  • Ferðatryggingar og longd vørutrygging
  • Saldueftirlit
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: kr. 6.000  
  • Keyp upp til 50.000 kr. í handlum og á netinum dagliga

Platinum

  • Ferðatrygging og longd vørutrygging
  • Priority Pass
  • Saldueftirlit
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: kr. 10.000
  • Keyp upp til 100.000 kr. í handlum og á netinum dagliga

OSS/Ofta settir spurningar