Nýtt í nýggja Netbankanum til privatkundar
Útsjóndin í nýggja Netbankanum er broytt, men flestu funkurnar eru tær somu sum áður, tó koma onkrar nýggjar funkur afturat.
Samleikin skal nýtast til at rita inn í bæði Netbankan á teldu/teldi, og fyrstu ferð í Netbankanum sum App.
Harumframt fært tú frameftir PIN-kotuna til nýggja kortið beinleiðis í nýggja Netbankan – hon verður ikki send við posti Um tú av onkrari orsøk ikki hevur Netbanka, ella ikki sært kort tíni í Netbankanum (td. børn) - verður PIN-kotan tó framvegis send við posti.Ein av nýggju funkunum, sum virkar longu nú, er galdandi bæði fyri Netbankan á teldu/teldli og í Netbankanum sum App: tú nú sært PIN kotuna til kortini hjá tær í Netbankanum.
Sum nakað nýtt fert tú at kunna gera tað mesta í Netbankanum sum App, sum tú kanst gera á telduni/teldli.
Hetta merkir, at tú í Netbankanum sum App longu nú:
- sært Skjalagoymsluna
- kanst undirskriva skjøl við Samleikanum
Seinni koma eisini uttanlandsflytingar í Netbankan sum App.
Í Netbankanum og Netbankanum sum App, er skjótt at koma til flytingar – niðast í høgra horni eru tveir ørvar, trýst á teir og tú kemur beinleiðis inn á flytingarmyndina.
Tú fært kunning um nýggja Netbankan her.
Royn nýggja Netbankan til teldu/teldil her
Í App Store eitur nýggi Netbankin Netbanki SSP
Í Google Play eitur nýggi Netbankin Netbanki SSP