Nýggjur Netbanki til privatkundar

Nú kanst tú royna nýggja Netbankan - bæði til teldu/teldil og sum App.
Arbeitt verður enn við nýggja netbankanum, men nú kunnu bæði privatkundar og vinnukundar nýta nýggja Netbankan.
Vinnukundar kunnu fáa Samleikan á geyma. Tað ger gerandisdagin smidligari, tá góðkennast skal fleiri ferðir um dagin í Netbankanum.
Vinnukundar, sum ynskja at fáa Samleikan á geyma, mugu bíleggja hann í góðari tíð fyri at sleppa undan bíðitíð. Samleikin á geyma fæst við at ringja til Samleikan á telefon 1881.
Royn nýggja netbankan til teldu og teldil
Útsjóndin í nýggja Netbankanum er broytt, men flestu funkurnar eru tær somu sum áður, tó koma onkrar nýggjar funkur afturat.
Ein av nýggju funkunum, sum virkar longu nú, er galdandi bæði fyri Netbankan á teldu/teldli og í Netbankanum sum App, er at tú sært PIN kotuna til kortini hjá tær í Netbankanum. Harumframt fært tú frameftir PIN-kotuna til nýggja kortið beinleiðis í nýggja Netbankan – hon verður ikki send við posti.
Um tú av onkrari orsøk ikki hevur Netbanka, ella ikki sært kort tíni í Netbankanum (t.d. børn) - verður PIN-kotan tó framvegis send við posti.
Sum nakað nýtt fert tú at kunna gera tað mesta í Netbankanum sum App, sum tú kanst gera á telduni/teldli.
Hetta merkir, at tú í Netbankanum sum App longu nú:
- sært Skjalagoymsluna
- kanst undirskriva skjøl við Samleikanum
- kanst gera flyting til útheimin
Í Netbankanum og Netbankanum sum App, er skjótt at koma til flytingar – niðast í høgra horni eru tveir ørvar, trýst á teir og tú kemur beinleiðis inn á flytingarmyndina.
Á breddanum
Alment tiltak um framtíðarfulltrú
22. mars kl. 16.00 seta vit fokus á framtíðarfulltrú, tá ið Súsanna Nordendal, virkandi stjóri
Styrktur grundrakstur og stór framgongd innan realkredittfígging
Ársúrslitið í 2022 fyri skatt var 2,5 mió. kr., sum er umleið tað sama sum í 2021, tá ið úrslitið var 2,6 mió. kr.
Ársaðalfundur 29. mars 2023
Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi fríggjadagin 24. mars 2023 hava boðað felagnum frá luttøku á deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn.
ÍtróttaFAGNADUR 2022
Róland Toftum, sum svimur í Suðuroyar Svimjifelagi, er í uppskoti til heiðurin ítróttaFYRIMYNDIN 2022. Hondbóltsfelagið H71 í Hoyvík, er í uppskoti til heiðurin ítróttaFELAGSSKAPURIN 2022. H71 kvinnur, er í uppskoti til heiðurin ítróttaNAVNIÐ 2022. Hondbóltsfelagið í Hoyvík hevur eisini tvey onnur nøvn í uppskoti, sum hava sín upprunað í H71.