Undir útbúgving í Danmark

Flytivegleiðing


  • Søk um bústað
    Aarhus, Aalborg og Odense kommuna bjóða bústaðartrygd, sum merkir, at um tú ikki hevur funnið bústað, áðrenn lesnaðurin byrjar, tryggjar kommunan tær ein fyribils bústað.

  • Fráboða flyting til nýggju kommunua
    Minst til at fráboða flyting innan fimm dagar. Hav samleikaprógv, skjalprógv við p-talinum og prógv fyri bústað við. Tá ið tú hevur fráboðað flyting til nýggju kommununa, fært tú eitt CPR-nummar.

  • Fá tær NemKontu
    Um tú skalt fáa veiting gjøgnum almennar danskar stovnar - SU, pensjón, avlopsskatt ella aðra veiting - er neyðugt, at tú skrásetur eina av tínum kontum sum NemKontu. Fyri at fáa NemKontu skalt tú hava danskt CPR-nummar.

  • Søk SU-lestrarstuðul
    Søk lestrarstuðul, so skjótt tú hevur fingið danskan bústað. Fyri at fáa SU mást tú hava eina NemKontu. 

  • Søk íbúðarísoyti
    Um tú leigar íbúð ella kamar við køki og bað, kanst tú søkja um íbúðarískoyti. Les meira um hetta hjá bústaðarfelag tínum

  • Fá tær talgilda postkassan eBoks
    Øll brøv frá almennum stovnum í Danmark verða send til eBoks. Postkassin kann stovnast á borger.dk ella e-boks.dk við NemID.

  • Søk um ferðastundning frá Studna
    Tú hevur rætt til at søkja um ferðastudning frá Studna eina ferð árliga. Studningurin kann søkjast, tá hálvt lestrarár er farið og skal søkjast innan lestrarárið er liðugt. Tey, ið byrja um heystið, kunnu søkja millum januar og juni árið eftir, tvs. freistin er 30. juni. Tey, ið byrja um várið, kunnu søkja millum august og desember, tvs. freistin er 31. desember. 

Skil á fíggjarviðurskiftunum

Fá góð ráð til, hvussu tú kanst halda skil á tínum fíggjarviðuskiftum, tá ið tú ert lesandi í Danmark

Les meira

NemID

Tú kanst nýta títt føroyska NemID, um tú flytir uttanlands. Vend tær til okkara, tá ið tú hevur fingið danskt cpr-nummar, fyri at knýta cpr-nummarið at tínum NemID.

Eftir hetta kanst tú søkja um atgongd til danskar tænastur, sum nýta NemID.

Skattaviðurskifti

Tá ið tú flytir til Danmarkar, kemur tú undir fulla skattaskyldu í Danmark. Fyri at gerast fyribils skattaskrásett/ur og fyri at síggja, hvussu stóran frádrátt tú hevur og nógvan skatt tú skalt rinda, skalt tú venda tær til Skat. 

Tørv á vegleiðing?

Vit hjálpa tær fegin við spurningum.  Ring ella send okkum ein teldupost.

359870

Send teldupost

Ofta settir spurningar/OSS

Kann eg fáa SU-stuðul fluttan á mína føroysku kontu?

Ja, tað kanst tú. Fyri at fáa SU mást tú hava eina NemKontu og hesa kanst tú stovna hjá okkum.

Kann eg fáa danskt CPR-nummar, áðrenn eg flyti til Danmarkar?

Ja, set teg í samband við Ríkisumboðið....