Fíggjarviðurskifti hjá lesandi í Danmark
Inntøka og útreiðslur, tá ið tú flytir heimanífrá
Tað er eitt stórt skifti, tá ið fer fram, tá tú flytir heimanífrá. Eitt nú fært tú nú sjálv/ur ábyrgd av tínum fíggjarviðurskiftum og harvið eisini at tryggja, at allar rokningar verða rindaðar - til tíðina. Harumframt er umráðandi, at nokk er av peningini til mat og annað, tá ið mánaðurin nærkast endanum.
Tað er serliga umráðandi, at minnast til at:
- Fáa greiðu á, hvussu nógvan pening tú hevur við eini fíggjarætlan
- Tað er sera umráðandi, at tú ger tær eitt yvirlit yvir, hvussu nógvur peningur kemur inn á kontuna hvønn mánaða, eitt nú SU og løn.
- Fáa greiðu á studningi og TAKS/SKAT, soleiðis, at hesi viðursikifti eru í lagi
- Føroysk lesandi hava rætt til lestrarfrádrátt og kunnu varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Les meira um hetta HER.
- Kanna, um tú fært bústaðarískoyti (boligstøtte)
- Nakrar kommunir veita bústaðarískoyti.
Fíggjaryvirlit
Byrja við at skriva inntøkurnar inn í fíggjararkið. Síðani er at finna útav, hvørjar fastar útreiðslur tú hevur: mánaðarliga, hvønn ársfjórðing og árliga.
Tá ið tú hevur yvirlit yvir útreiðslurnar, kanst tú skriva, hvussu nógv, tú brúkar uppá hvørja útreiðslu.
Størsta útreiðslan er vanliga húsaleigan, har streym-, hiti- og vatnnýtslan ikki altíð er roknað við.
Í Danmark rindar ein Medielicens, um ein hevur sjónvarp, útvarp, teldu ella telefon við interneti (link).
Umráðandi er at hava tryggingar, um okkurt óhapp skuldi hent. Hetta er eisini ein útreiðsla.
Um gjørligt, er gott at leggja pening til síðis og soleiðis spara saman til at hava møguleika at hugna sær onkuntíð - ella til eitt framtíðar húsa, íbúðar- ella bilakeyp.
Tað, ið ein ofta gloymir...
Tryggingar
Umráðandi er at vera tryggjað/ur, um okkurt skuldi hent: innbúgvstrygging, vanlukkutrygging og ferðatrygging. Les væl, hvat ymisku tryggingarnar innihalda. Ofta er bíligari at velja fleiri tryggingar frá sama tryggingarfelagi, so fær ein mongdaravsláttur blablablaA-kassi (arbeiðsloysisskipan).
Í Danmark kunnu lesandi vera limir í a-kassa. Nógvir a-kassar bjóða ókeypis limaskap til lesandi undir lestrartíðini, og tú kanst soleiðis tryggja tær dagpengar, um tú verður arbeiðsleys/ur, tá ið tú ert liðug/ur at lesa. Um tú ert limur í a-kassa í longur enn 1 ár áðrenn tú ert liðug/ur at lesa, hevur tú møguleika at fáa pening frá 1. degi, tú ert arbeiðsleys/ur. Hevur tú verið limur styttri enn í 1 ár, er vanligt at fáa eitt ein mánaðaðarlangt bann, áðrenn tú fært dagpengar.
Hetta er tískil ikki ein útreiðsla, men ein háttur at tryggja seg til eftir loknan lestur.
Fakfelag
Longu sum lesandi kann ein melda seg inn í eitt fakfelag. Nógv fakfeløg skipa fyri tiltøkum, ið eru viðkomandi fyri lesandi - bæði viðvíkjandi lestrinum, men eisini gerandisdegnum.
Á breddanum

Ert tú okkara nýggi kundaráðgevi á deildini í Havn?
Vit sóknast eftir kundaráðgeva til deildina í Havn

Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar
Hetta er galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og broytingarnar koma í gildi 15. juli 2025.

Ert tú okkara summarferiuavloysari til deildina í Havn?
Vit hava tørv á røskum summarferiuavloysara til deldina í Havn millum 7. juli, ella fyrr, og 8. august 2025.

Freistir fyri Kristi himmalferðardag
Hósdagur 29. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagur 30. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum.