Yvir 60 ár og hevur frívirði í ognini?
Ert tú yvir 60 ár, eigur fasta ogn og hevur frívirði í ognini, so kunnu vit bjóða OgnarEftirløn.
OgnarEftirløn er eitt munagott tilboð til tín, ið ikki hevur aðra inntøku enn vanligu fólkapensjónina, ella hugsar um at arbeiða niðursetta tíð.
Við OgnarEftirløn fært tú møguleika at brúka samansparingina, sum er í frívirðinum í eini fastari ogn, ígjøgnum tíni eftirlønarár.
OgnarEftirløn er eitt slag av láni, har ið lánið hækkar so hvørt tú fært eitt útgjald. Við støði í frívirðinum, kanst tú fáa eitt mánaðarligt útgjald ella stakupphæddir eftir avtalu.
Fasta ognin, ið er grundarlagið fyri OgnarEftirlønini, verður virðismett 5. hvørt ár.
OgnarEftirløn kann soleiðis gerast eitt munagott ískoyti til tín, ið er komin upp í árini og bert hevur vanligu fólkapensjónina at dúva uppá.
OgnarEftirløn kann geva tær møguleika at gera tað tú hevur hug til.
Á breddanum

Freistir fyri flytingar áðrenn páskir
Her sært tú freistir fyri flytingar, sum skulu vera á konto hjá móttakara áðrenn páskir.

Oddi heldur føðingardag
Oddi bjóðar í føðingardag í Marghøllini í Vági tann 18. mars og á Torginum í SMS tann 21. mars.

Eykaaðalfundur 23. mars 2026
Eykaaðalfundur verður í høvuðssætinum í Vági mánadagin 23. mars 2026.

Nýtt starvsfólk á fyrisitingini
Dánjal Godtfred byrjar á fyrisitingini 2. februar 2026.
Seg teg í samband við okkum
