At flyta heimanífrá
Flytivegleiðing
- Søk um bústað
Tað kann vera trupult at finna bústað , so byrja í góðari tíð, tá ið tú flytir til eitt nýtt land, so byrja í góðari tíð og leita. Ofta er nógv kunning at finna um hetta á heimasíðunum hjá lærustovnunum.
- Søk lestrarstuðul
Tá ið tú fer út um danska ríkið at lesa, kemur tú undir donsku SU-lestrarstuðulsskipanina, og ein skal fyrst royna tey rættindi, ið SU veitir. Tó so veitir Studni ÚSUN-stuðul til lesandi uttanfyri Norðanlond. Gjøgnum ta skipanina kann ein fáa stuðul til skúlagjald og livikostnað í ávísum førum, har SU ikki veitir stuðul. Studni hevur eisini aðrar serligar skipanir fyri lesandi uttanfyri Norðanlond, ið tú kanst kunnað teg nærri um her.
- Fá tær NemKontu
Fyri at fáa SU skalt tú hava eina NemKonto og fyri at fáa NemKontu krevst, at tú hevur eitt danskt CPR-nummar. Vend tær til okkara fyri at stovna eina NemKontu
- Fá tær talgilda postkassan eBoks
Øll brøv frá almennum donskum stovnum, eisini SU, verða send til eBoks. Postkassin kann stovnast á borger.dk ella e-boks.dk.
- Søk um ferðastundning frá Studna
Tú hevur rætt til at søkja um ferðastudning frá Studna eina ferð árliga. Studningurin kann søkjast, tá hálvt lestrarár er farið og skal søkjast innan lestrarárið er liðugt. Tey, ið byrja um heystið, kunnu søkja millum januar og juni árið eftir, tvs. freistin er 30. juni. Tey, ið byrja um várið, kunnu søkja millum august og desember, tvs. freistin er 31. desember.
Góð ráð at leggja tær í geyma, tá ið tú skalt flyta og standa á egnum beinum
- Legg eitt sindur av peningi til síðis
Ein hentur háttur at spara pening saman og eiga eitt sindur at stuttleika sær fyri. Tú finnir ein útroknara her á síðuni, har tú kanst rokna út, hvussu nógv tú fær burturúr, um tú leggur eina ávísa upphædd til síðis t.d. mánaðarliga. - Ger eina fíggjarætlan
Hetta gevur tær eitt gott yvirlit yvir úreiðslur og inntøku, umframt nýtsluyvirlit og hvussu nógvan pening tú hevur tøkan. Fíggjaryvirlit kann gerast í Netbankanum á teldu - Tryggja tær ikki at fara í trot
Ofta skal ikki nógv til fyrr enn kontan er farin í trot. Fyri at sleppa undan hesum kann loysnin vera eitt Mastercard Debittkort, har ein einans kann nýta upphæddina, ið er tøk á kortinum, umframt at melda seg til Boðtænastuna, ið gevur tær boð, um kontan nærkast 0 kr. - Ver tryggjað/ur
Umráðandi er at vera tryggjað/ur, um okkurt óhapp hendir
Á breddanum
Alment tiltak um framtíðarfulltrú
22. mars kl. 16.00 seta vit fokus á framtíðarfulltrú, tá ið Súsanna Nordendal, virkandi stjóri
Styrktur grundrakstur og stór framgongd innan realkredittfígging
Ársúrslitið í 2022 fyri skatt var 2,5 mió. kr., sum er umleið tað sama sum í 2021, tá ið úrslitið var 2,6 mió. kr.
Ársaðalfundur 29. mars 2023
Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi fríggjadagin 24. mars 2023 hava boðað felagnum frá luttøku á deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn.
ÍtróttaFAGNADUR 2022
Róland Toftum, sum svimur í Suðuroyar Svimjifelagi, er í uppskoti til heiðurin ítróttaFYRIMYNDIN 2022. Hondbóltsfelagið H71 í Hoyvík, er í uppskoti til heiðurin ítróttaFELAGSSKAPURIN 2022. H71 kvinnur, er í uppskoti til heiðurin ítróttaNAVNIÐ 2022. Hondbóltsfelagið í Hoyvík hevur eisini tvey onnur nøvn í uppskoti, sum hava sín upprunað í H71.