Gjaldskort á ferðini

Tey allarflestu hava gjaldskort við, tá ið tey fara at ferðast.

Niðanfyri varpa vit ljós á, hvat er vert at leggja sær í geyma, tá ið tú skalt ferðast.

 

Hav tvey kort við tær

Tað er skilagott at hava tvey ymisk kort hjá sær - og serliga tá tú skalt ferðast. Eitt  kort kann brotna, verða stolið, gerast óvirkið ella nýtslumarkið ov lágt til tín tørv. 

 

Goym kortini hvør sær

Minst til ikki at goyma kortini saman, soleiðis, at tú altíð hevur eitt kort eftir, um annað verður stolið. Goym heldur ongantíð loynitalið saman við kortinum.

 

Nýtsluhámørkini

Legg til merkis, at hámørk eru fyri, hvussu stórar upphæddir, tú kanst nýta um samdøgið. Ymisku kortsløgini hava ymisk hámørk. Her sært tú nýtsluhámørkini, ið eru galdandi. 

 

Kredittkort til bilaleigu

Bilaútleigarar krevja ofta, at tú rindar við einum kredittkorti, tá ið leigar bil. Her kanst tú lesa um kredittkort.

 

Mastercard við ferðatrygging

Fleiri av Mastercard kortsløgunum hava ferðatrygging íroknaða. Les meira um hetta undir Mastercard og undir trygging.

 

Set teg í samband við okkum ella Nets, um tú heldur, at kortið verður missnýtt

Set teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um gjaldskort

359870

Á breddanum