Flytingar til og frá útheiminum
Tá tú skalt senda ella móttaka pening frá útheiminum, er neyðugt at tú tryggjar tær, at tú hevur navn, bústað, IBAN og SWIFT kotu tøkt hjá kontuánara. Hetta fyri at tryggja, at peningurin kemur til rætta móttakara. Annars kanst tú vænta at flytingin verður seinkað ella aftursend og tá kemur eykakostnaður omaná flytingarkostnaðin.
Flytingar til útheimin
Ynskir tú at flyta pening til kontu í útheiminum – tvs. uttanríkis – er alneyðugt at tú hevur fulla navn, bústað og IBAN nummarið á móttakandi kontuni og SWIFT/BIC kotuna hjá móttakandi peningastovninum. Annars verður flytingin avvíst.
Tú kanst avgreiða flytingar til útheimin í Netbankanum - Flyting til útlandið, ella við at senda teldupost til utland@ss.fo.
Flytingar mugu verða skrásettar í Netbankanum fyri kl. 12.00 føroyska tíð, um tær skulu avgreiðast sama dag. Annars verða tær avgreiddar fyrst komandi bankadag.
Flytingar frá útheiminum
Suðuroyar Sparikassi samstarvar við Sparekassen Kronjylland um flytingar frá útheiminum, tí er tað týdningarmikið at tú í samband við flytingar frá útheiminum, upplýsir sendaranum av flytingini fylgjandi:
- Sparekassen Kronjylland
- SWIFT/BIC: SUSPFOT1
- IBAN nummarið til ta kontu tú ynskir peningurin skal á í Suðuroyar Sparikassa
- Navn og bústað á kontuánara í Suðuroyar Sparikassa.
Gevið gætur, at ein vanlig flyting til ella frá útheiminum hevur longri avgreiðslutíð, enn ein flyting í Føroyum ella Danmark.
Ofta settir spurningar/OSS
Hvat merkir SHA
Um tú velur SHA, so rinda tú, sum sendari, og móttakarin av flytingini hvør sín kostnað.
Sendarin rindar beinleiðis kostnaðin, sum flytingin ber við sær fyri Suðuroyar Sparikassa, og móttakarin rindar kostnaðin uttanlands.
Hvat merkir OUR
Velur tú at rinda allan kostnaðin, kostar tað umframt vanliga kostnaðin eitt ískoytisgjald - sí okkara Tænastugjøld - fyri útlendska bankakostnaðin.
Hvat merkir BEN
Í hesum førinum verður beinleiðis kostnaðurin, sum flytingin ber við sær fyri Suðuroyar Sparikassi drigin frá, tá ið flytingin verður framd.
IBAN
IBAN (International Bank Account Number) er heiti á samstarvi millum altjóða bankar og ISO (International Organization for Standardization). At IBAN er eins uppbygt yvir allan heim, ger at flytingar verða avgreiddar so álítandi sum gjørligt. IBAN verður bert nýtt í samband við flytingar til og frá útheiminum.
IBAN er ymiskt frá landi til land, men er í mesta lagi 34 tekn. Og hvør einstøk konta hevur sítt IBAN nummar. Tú kanst síggja títt IBAN á kontu avritum og/ella í Netbankanum.
Eitt føroyskt IBAN er á 18 tøl/bókstavir - dømi FO27 9870 0001 2345 67.
Bygnaðurin er
- 2 bókstavir fyri landið, har peningastovnurin er.
- 2 tøl, ið eru eftirlitstøl, sum verða útroknað sjálvvirkandi og tryggja, at IBAN er rætt.
- Hægst 30 tøl/bókstavir, sum í Føroyum eru skrásetingarnummar og kontunummar.
SWIFT
SWIFT (Society for the Worldwide Interbank Financial Telecommunication) er ein felagsskapur hvørs endamál er at javngera bankasamskiftið landanna millum. SWIFTkotan er eitt eyðmerki fyri hvønn peningastovn, sum luttekur í SWIFT samstarvinum.
Eitt nýggjari heiti fyri SWIFT er BIC (Bank Identifier Code).Á breddanum
Søren L. Bruhn 50 ár
3. oktober verður Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, 50 ár.
Vit fylla 81 ár
Týsdagin 1. oktober eru tað 81 ár, síðan vit byrjaðu okkara virksemi. Øll eru hjartaliga vælkomin inn í deildir okkara at fáa sær drekkamunn og kaku.
Seg teg í samband við okkum