Nýggjur Netbanki til privatkundar

Nú kanst tú royna nýggja Netbankan - bæði til teldu/teldil og sum App.
Arbeitt verður enn við nýggja netbankanum, men nú kunnu bæði privatkundar og vinnukundar nýta nýggja Netbankan.
Vinnukundar kunnu fáa Samleikan á geyma. Tað ger gerandisdagin smidligari, tá góðkennast skal fleiri ferðir um dagin í Netbankanum.
Vinnukundar, sum ynskja at fáa Samleikan á geyma, mugu bíleggja hann í góðari tíð fyri at sleppa undan bíðitíð. Samleikin á geyma fæst við at ringja til Samleikan á telefon 1881.
Royn nýggja netbankan til teldu og teldil
Útsjóndin í nýggja Netbankanum er broytt, men flestu funkurnar eru tær somu sum áður, tó koma onkrar nýggjar funkur afturat.
Ein av nýggju funkunum, sum virkar longu nú, er galdandi bæði fyri Netbankan á teldu/teldli og í Netbankanum sum App, er at tú sært PIN kotuna til kortini hjá tær í Netbankanum. Harumframt fært tú frameftir PIN-kotuna til nýggja kortið beinleiðis í nýggja Netbankan – hon verður ikki send við posti.
Um tú av onkrari orsøk ikki hevur Netbanka, ella ikki sært kort tíni í Netbankanum (t.d. børn) - verður PIN-kotan tó framvegis send við posti.
Sum nakað nýtt fert tú at kunna gera tað mesta í Netbankanum sum App, sum tú kanst gera á telduni/teldli.
Hetta merkir, at tú í Netbankanum sum App longu nú:
- sært Skjalagoymsluna
- kanst undirskriva skjøl við Samleikanum
- kanst gera flyting til útheimin
Í Netbankanum og Netbankanum sum App, er skjótt at koma til flytingar – niðast í høgra horni eru tveir ørvar, trýst á teir og tú kemur beinleiðis inn á flytingarmyndina.
Á breddanum
Jólahugni 7. desember í Vági
Jólabygdin letur upp 7. desember kl. 16-18. Gløgg, holukøkur og annað leskiligt verður at fáa. Skúlakórið og Ljómur luttaka við sangi.
Sjálvtøkan í Vági óvirkin
Sjálvtøkan í høvuðssætinum í Vági er tíverri óvirkin í løtuni. Vit arbeiða við at fáa loyst trupulleikan.
Ert tú okkara nýggja starvsfólk í fyrisitingini?
Vit sóknast eftir starvsfólki til fyrisitingina við starvsstaði í høvuðssætinum í Vági
Suðuroyar Sparikassi tillagar út- og innlánsrenturnar
Eftir at evropeiski miðbankin (ECB) 14. september 2023 og síðani danski tjóðbankin dagin eftir enn eina ferð hækkaðu leiðandi rentuna við 0,25 %-stigum, hækkar Suðuroyar Sparikassi eisini út- og innlánsrenturnar.