EftirlønarKonta
Tað er álagt øllum fult skattskyldigum upp til eftirlønaraldur at spara saman til egna eftirløn. Persónar føddir fyri 1. januar 1954 hava ikki skyldu at spara saman,
men kunnu sjálvbodnir gera hetta.
Í 2025 er kravið, at tú rindar í minsta lagi 11 % av lønini í eftirløn.
Eingin rentuskattur skal gjaldast av samansparingini og EftirlønarKontan er kreditorvard.
Inngjald, sum arbeiðsgevarin ger á EftirlønarKontuna, skal ikki roknast sum partur av skattskyldugu inntøkuni, tí arbeiðsgevarin dregur inngjaldið frá í skattskyldugu inntøkuni, samstundis sum lønin verður flutt. Tað vil siga, at í hesum føri verður frádrátturin roknaður beinanvegin, og tær nýtist tí ikki at skráseta frádráttin í sjálvuppgávuni.
Fyri persónlig inngjøld eftir 1. januar 2014 verður frádrátturin fyri egnu inngjøldini á EftirlønarKontuna og avrokning av eftirlønarskattinum uppgjørd sama ár, sum ein partur av skattauppgerðini. Tú kanst draga alt inngjaldið á EftirlønarKontuna frá skattskyldugu inntøkuni.
Hevur tú lutvísa inntøku uttanlands, eigur tú at venda tær til TAKS fyri at fáa vegleiðing um frádráttarmøguleikarnar.
Útgjaldstíðin kann í fyrsta lagi byrja, tá tú nært fólkapensjónsaldur t.v.s. 67 ár. Og tað er tá tú avgerð, hvussu samansparingin skal útgjaldast.
Sum meginregla, so skal samansparingin verða útgoldin soleiðis:
- Í mesta lagi 15% í einum.
- Í mesta lagi 55% sum mánaðarlig útgjøld í minst 10 ár.
- Í minsta lagi 45% sum mánaðarlig útgjøld restina av lívinum.
Um so er, at tú sum kontuánari doyr, áðrenn útgjaldstíðin er byrjað og/ella áðrenn øll samansparingin er útgoldin, fellur útgjaldið – um onnur avtala ikki er galdandi - til tilskilaða sambært eftirlønarsáttmálanum.
Suðuroyar Sparikassi tekur einki ómaks- ella umsitingargjald fyri EftirlønarKontu. Tó eru tænastugjøld, um samansparingin verður flutt í annan stovn.
Tosa við tín kundaráðgeva og dagfør tína EftirlønarKontu. Um tú ikki hevur eina - stovna so eina hjá okkum.
Á breddanum
Ávaring um følsk SMS-boð
Følsk SMS-boð í umferð
Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop
Politiið, peningastovnarnir og Talgildu ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað SMS-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr.

Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku
Freistir í samband við ólavsøku

Suðuroyar Sparikassi hækkar renturnar og dagførir tænastugjøld
Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 %-stigum.
Seg teg í samband við okkum
