Felags PIN-kota
Hevur tú fleiri kort í Suðuroyar Sparikassa, ber til at hava somu PIN-kotu til øll kortini.
Tú kanst fáa eins PIN-kotu til VISA/Dankort, Mastercard Debitt (privat & vinnu) og Mastercard Kreditt (privat & vinnu).
Vilt tú hava felags PIN-kotu, velur tú PIN-kotuna til eitt av núverandi kortunum til felags PIN-kotu.
Um tú hevur fleiri kort, fáa hesi ikki valdu felags PIN-kotuna, fyrr enn tey verða útskift.
Um tú vilt hava felags PIN-kotuna til øll tíni núverandi kort beinanvegin, verða nýggj kort bíløgd við einum tænastugjaldi pr. kort.
Felags PIN-kota er ikki bindandi, men kann frámeldast aftur, við at seta teg í samband við okkum.
Tað er ókeypis at stovna felags PIN-kotu. Vinaliga set teg í samband við okkum, um tú ynskir felags PIN-kotu til tíni kort.
Á breddanum
Ávaring um følsk SMS-boð
Følsk SMS-boð í umferð
Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop
Politiið, peningastovnarnir og Talgildu ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað SMS-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr.

Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku
Freistir í samband við ólavsøku

Suðuroyar Sparikassi hækkar renturnar og dagførir tænastugjøld
Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 %-stigum.
