Kontur til privatkundar

Antin talan er um eina samansparing til ung ella til aldurdómin, so er altíð skilagott at byrja so tíðliga sum gjørligt - jú fyrr, jú betri.

Tú hevur uttan iva lisið ella hoyrt tað áður, men sjálvt við eini lítlari mánaðarligari upphædd ber til at fáa nakað munagott burturúr eini samansparing.

Er talan um eina langtíðarsamansparing, telur hvørt einasta oyra, og ein lítil rentumunur kann ávirka upphæddina nógv. Tí hevur tað týdning at hyggja eftir rentuni. Núverandi sera lága rentustøði ger, at rentan ikki er høg nakrastaðni, men hóast hetta eru ávísar kontur, ið hava betri rentutreytir enn aðrar.

Tørvurin og møguleikarnar á samansparing broytist í takt við tín aldur og tína inntøku. Tøkur peningur, pensjón og bústaður er vanligt at spara saman til, og tað hevur týdning at hyggja eftir hesum trimum samstundis, fyri at síggja veruliga ognarvirði, og fyri at síggja um samansparingin er ”røtt” samanborið við tíni mál.

Tað hevur stóran týdning, at tú hugsar um tín tørv og hvar tú ert í lívsringrásini – um tín samansparing nøktar tørvin í teimum ymsu árunum, og um samansparingin samsvarar við tín váða og tørv. Spari eg nokk upp til mín aldurdóm? Havi eg ta røttu samansetingina av innlánsproduktum? Havi eg stýr á váðanum á míni samansparing?

Hetta eru spurningar, ið hava sera stóran týdning gjøgnum alt lívið.

Oddakonta

Spar pening saman frá barnsbeini av

Tá ið eg verði størri, ætli eg mær at keypa mær eina góða súkklu. Tá ið eg verði enn størri, ætli eg mær at verða flogskipari. Ja, nógvir eru dreymarnir og møguleikarnir óendaligir. Tí hevur tað stóran týdning at spara sær pening saman – jú fyrr, jú betri!

                  Tannáringar og ung

FOKUS

FOKUS er tilboð til øll  millum 18-29 ár 

1-1 konfirmatiónskonta

KonfirmatiónsKonta

Konfirmantar á heysti 2021 fáa 7% p.a. í rentu 

PULS

PULS er tilboð til øll ung millum 13 og 17 ár

EftirlønarKonta

Øllum, ið eru fult skattsskyldug í Føroyum og ikki hava nátt pensjónsaldri, er álagt at hava eftirlønarsamansparing.

Fíggjarkonta

FíggjarKonta er ætlað til at flyta allar fastar flytingar av, samstundis sum tú flytir eina fasta flyting inn á kontuna mánaðarliga.

NemKonta

NemKonta er ein vanlig bankakonta, ið almennir stovnar í Danmark nýta til veitingar til borgarar.

Privatkonta

Privatkonta er ein vanlig konta, ið kann stovnast av øllum. Hon verður mest nýtt til lønarkontu og dagliga nýtslu. 

Kontur við uppsøgn og avtaluinnlán - í løtuni eru ikki gjørligt at stovna hesar

3 mánaðar uppsøgn

12 mánaðar uppsøgn

18 mánaðar uppsøgn

Avtaluinnlán

Ofta settir spurningar/OSS

Felagskontur

Atgongd + við deyða

Fulltrú til kontur
Um onnur skulu umsita tína kontu, krevst ein fulltrú. Ein fulltrú kann vera til netbanka, kort ella til at taka pening út ella seta pening inn. Fulltrúin skal undirskrivast og latast inn í eina av deildum okkara. 
Hvussu eru innlán tryggjaði?

Sum kundi í Suðuroyar Sparikassa eru tygum gjøgnum Ábyrgdargrunnin fyri innsetarar og íleggjarar í ávísan mun tryggjað/-ur ímóti tapi, um Suðuroyar Sparikassi fer á húsagang ella í gjaldsteðg.

Ábyrgdargrunnurin dekkar m.a. navnanoterað innskot/íløgur í peningastovnar við upp til 100.000 EUR fyri hvørt P-tal. Ávis serlig innlán hava eina hægri dekning. Eftirlønarkontur eru tryggjaðar uttan mun til upphædd.

Ábyrgdargrunnurin tryggjar eisini, um tygum sum íleggjari verða fyri tapi, tí tygara peningastovnur ikki kann geva aftur tey virðisbrøv, sum peningastovnurin varðveitir ella umsitur. Tað verður endurgoldið við upp til 20.000 evrur fyri íleggjaran.

Ábyrgdargrunnurin fyri innsetarar og íleggjarar hevur givið út eitt kunningarrit, har tygum kunnu lesa meira um tryggingarviðurskiftini hesum viðvíkjandi. 

Meiri kann lesast um Innskjótaratrygdargrunnin her.

Hvussu stovni eg eina kontu?

Um tú ert kundi, kanst tú seta teg í samband við okkum og biðja okkum stovna tær eina kontu. Ert tú nýggjur kundi, skalt tú útfylla eitt oyðublað og senda okkum tað. Oyðublaðið finnur tú her ella við at koma inn á eina av deildum okkara.

Uppsiga kontur
Um tú vilt uppgera eina kontu, skalt tú boða okkum frá hesum. Tá skalt tú upplýsa okkum, hvar pengarnir skulu flytast. Legg til merkis, at bundar kontur hava uppsagnartíð. Um tú vilt hava pengarnar fluttar, áðrenn uppsagnartíðin er farin, skalt tú rinda dekort, ið er eitt prosentgjald av innistandandi. Prosentgjaldið sæst í tænastuyvirlitinum.