Tá ið tit skulu ferðast

Tá ið tit skulu ferðast, er nógv at minnast til
Umráðandi er at kanna, um passini eru í lagi - og um uppihaldsloyvi og koppsetingar krevjast
Nýt netbankaappina, so lætt er at fylgja við á kontuni. Fylgið væl við og minnist til at seta tykkum í samband við okkum beinanvegin, um tit varnast eitthvørt óreglusemi á kontuni.
Snilt er at altíð at hava tvey kort við á ferðini - og lat tey ikki liggja saman
Niðanfyri er ein minnislepi í sambandi við ferðina
Tørv á fremmandum gjaldoyra til ferðina?

Ofta settir spurningar/OSS
Eg ætli mær at leiga bil uttanlanda, hvat kort kann eg nýta?
Nógvar bilaleigufyritøkur taka einans ímóti kredittkorti, tvs. mastercard kreditt og ikki VISA/dankort og Mastercard Debitt.
Á kortterminalinum kann eg velja millum staðbundið ella egið gjaldoyra - hvat skal eg velja?
Tað er oftast bíligast at velja staðbundið gjaldoyra heldur enn danskar krónur, tí gjald fyri veksling verður lagt omaná.
Kortið er missnýtt á ferðini - kann eg fáa peningin aftur?
Um kortið verður missnýtt, kanst tú mótmæla bókingum, sum tú ikki kennist við. Tað veldst um slag av korti. Set teg í samband við okkum beinanvegin, um tú ikki kennist við bókingar á kortinum.
Kann eg taka pening út í sjálvtøku uttanlands?
Ja, tað kanst tú gott, men legg til merkis, at eins og í Føroyum, kostar tað eitt ávíst gjald, hvørja ferð tú tekur pening út í sjálvtøku. Tískil er skilagott at taka stórar upphæddir út í einum í sjálvtøku og annars at nýta kortið sum mest, har sum tað er møguligt. Vanliga er ókeypis at gjalda við gjaldskorti, men onkuntíð verða ómaksgjøld tikin.
Á breddanum
Deildirnar stongdar flaggdagin 25. apríl
Flaggdagin 25. apríl eru deildir okkara stongdar. Opið er aftur týsdagin 26. apríl kl. 9.30.
Øktur grundrakstur og stór framgongd innan realkredittfígging
Ársúrslitið í 2021 gjørdist munandi betri enn undanfarna ár, tí fyri skatt var tað 2,6 mió. kr samanborið við 0,6 mió. í 2020.
Fá tær Samleikan, tí NemID verður avtikið
Skjótt verður NemID avtikið sum innritanarloysn til føroysku Netbankarnar, og í staðin skal Samleikin brúkast bæði hjá privat- og vinnukundum. Tí heita peningastovnarnir á allar sínar kundar um at útvega sær Samleikan skjótast gjørligt.
Seg teg í samband við okkum