Tá tú fer undir útbúgving

Útbúgving16

Góð ráð at leggja tær í geyma, tá ið tú skalt undir útbúgving


 

  • Ger eina fíggjarætlan 
    Nú tú skalt standa á egnum beinum, kann verða trupult at halda stýr á fíggjarviðurskiftunum. Netbankin er eitt hent amboð til bæði at gera fíggjarætlan og fáa eitt nýtsluyvirlit. Onnur hent amboð eru at fáa eina FíggjarKonto og at nýta  Gjaldsskipanina at stovna  sjálvvirkandi gjaldsavtalur..
  • Spar saman
    Um tú leggur eitt sindur av peningi til síðis hvønn mánað, kanst tú spara saman til eitthvørt, ið tú hevur hug til
  • Fá tær eitt lestrarstarv
    Hóast tú fært studning, tá ið tú ert lesandi, er eitt lestrarstarv ein møguleiki at tjena nøkur eyka oyru afturat. Legg tó til merkis, at eitt loft er á, hvussu høg inntøkan kann vera afturat studninginum uttan at ávirka hann
  • Set teg í samband við Altjóða skrivstovuna (ASK)
    Altjóða skrivstovan vegleiðir og svarar spurningum viðvíkjandi lesnaði í Føroyum og uttanlands
  • Njót lestrartíðina!
    Hóast tað til tíðir er strævið at vera lesandi, so er eisini umráðandi at njóta tíðina og stuttleika sær.
Flyta heimanifrá1

Lesandi

At flyta heimanífrá

Nógv broytist, tá ið tú flýgur úr trygga reiðrinum

FOKUS

FOKUS

FOKUS er til tín millum 18 og 29 ár.

Hevur tú tørv á vegleiðing?

Vit hjálpa tær fegin við spurningum. Ring ella send okkum ein teldupost.

359870

Send teldupost

Spar saman til eftirløn

Skilagott er, at tú byrjar tíðliga at spara saman til eftirløn

Keypa bil

Kanska tú hevur tørv á bilin at koma til og frá útbúgvingarstaðnum

Útbúgving16

Lesandi í Føroyum

Sum lesandi í Føroyum hevur tú rætt til nógvar  ágóðar

Lestrarlán

Tú hevur møguliga tørv á at taka eitt lán undir lestrinum

Ofta settir spurningar/OSS

Eg havi ikki greiðu á mínum fíggjarviðurskiftum, hvat skal eg gera?

Kom og práta við okkum, so vit fáa hjálpt tær. Eisini er snilt at at fáa sær eitt fíggjarark fyri at fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna. Hetta kann gerast í Netbankanum á teldu ella vit hjálpa tær við tí. 

Studningurin røkkur ikki, hvørjar møguleikar havi eg?

Tú hevur møguleika at fáa antin eitt LestrarLán ella Fokuslán frá okkum. Eisini veitir Studni lestrarlán. Eitt lestrarstarv kann vera eitt gott íkast afturat studninginum.

Kann eg hava NemKonto í føroyskum peningastovni?

Ja, tað kanst tú gott, men tó er neyðugt at hava danskt CPR-nummar áðrenn. Set teg í samband við okkum, tá ið tú hevur fingið hetta og vit stovna tær eina NemKonto.

Á breddanum