Byggja

Ynskir tú at byggja nýggj sethús, er tað nógv at taka støðu til. Hvar í landinum? Skal tað teknast av arkitekti, skal tað vera ein heildarloysn frá byggifyritøku ella skalt tú tekna tey sjálv/-ur?

Hetta, saman við, hvussu nógv ein vil og kann binda seg fíggjarliga til, eru avgerðir, sum skulu takast tíðliga í tilgongdini av byggingini.

Tá tú hevur avgjørt, hvar í landinum byggjast skal, er skilagott at fáa at vita, hvørjir fíggjarmøguleikar eru, og hvussu nógv ein kann læna fyri, soleiðis, at váttan uppá fígging er tøk, tá tú fært bjóðað eitt grundstykki.



Tá tú skalt byrja at byggja, verður byggilánið stovnað sum eitt slag av einum  kreditti. Byggilánið verður játtað við eini maks-upphædd, og so hvørt rokningarnar til sjálva byggingina skulu rindast, verður peningurin fluttur av byggikredittinum. 

Fyri at fáa eitt byggilán er avgerandi, at tú hevur gjørt tær eina kostnaðar- og tíðarætlan, fingið tekningar og byggiloyvið frá kommununi ella avvarandi mynduleika. Somuleiðis skalt tú tryggja tær skeytið í tínum navni.

Tá ið byggingin er liðug, verður byggilánið - eftir nærri avtalu - broytt til bústaðarlán.

Bústaðarlán 

Hent at vita í samband við bygging ella um-/útbygging

FOKUS

Framtíðarkonta

Umvæling

Co2 lán

Frívirði

OgnarEftirløn