
PULS
13 ár og kortini ikki 100% vaksin, men tað forðar ikki fyri, at tú kanst ráða eitt sindur yvir tínum pengum.
PULS er til tín, ið er millum 13-17 ár og vilt liva lívið. Sum PULS kundi bjóða vit tær kontur, sum kunnu verða brúktar til útbúgvingarstuðul, løn, lummapengar - ja, júst tað, ið tú hevur hug til.Tú og foreldur tíni eru vælkomin í Suðuroyar Sparikassa at hoyra meira um PULS-tænasturnar.
Hvat hendir, tá ið eg fylli 18 ár?
Kann eg fáa eitt VISAkort sum PULS kundi?
Nei, tú skalt vera 18 ár fyri at fáa VISAkort
Á breddanum
Úr at gera í Suðuroyar Sparikassa fyrra hálvár 2022
Úrslitið fyri skatt fyrra hálvár 2022 er 1.444 t.kr., sum er á leið tað sama sum fyrra hálvár 2021. Realkredittfíggingin koyrir við fullari ferð og seinasta hálva árið eru realkredittlánini økt við 42,5 mió. kr, ið svarar til 62,3%.
Suðuroyar Sparikassi hækkar rentur
Grundað á, at altjóða rentustøðið er hækkað seinastu tíðina, og at rentan hjá danska tjóðbankanum er hækkað 0,50%, hækkar Suðuroyar Sparikassi rentuna 1. september 2022. Rentubroytingin hjá tjóðbankanum verður framd fyri at tálma høgu inflatiónini og gjøgnum hægri rentu at gera tað dýrari at fremja íløgur og meira skynsamt at spara pening upp.
Seg teg í samband við okkum