Tá tú fer undir útbúgving

Góð ráð at leggja tær í geyma, tá ið tú skalt undir útbúgving
- Ger eina fíggjarætlan
Nú tú skalt standa á egnum beinum, kann verða trupult at halda stýr á fíggjarviðurskiftunum. Netbankin er eitt hent amboð til bæði at gera fíggjarætlan og fáa eitt nýtsluyvirlit. Onnur hent amboð eru at fáa eina FíggjarKonto og at nýta Gjaldsskipanina at stovna sjálvvirkandi gjaldsavtalur..
- Spar saman
Um tú leggur eitt sindur av peningi til síðis hvønn mánað, kanst tú spara saman til eitthvørt, ið tú hevur hug til
- Fá tær eitt lestrarstarv
Hóast tú fært studning, tá ið tú ert lesandi, er eitt lestrarstarv ein møguleiki at tjena nøkur eyka oyru afturat. Legg tó til merkis, at eitt loft er á, hvussu høg inntøkan kann vera afturat studninginum uttan at ávirka hann
- Set teg í samband við Altjóða skrivstovuna (ASK)
Altjóða skrivstovan vegleiðir og svarar spurningum viðvíkjandi lesnaði í Føroyum og uttanlands
- Njót lestrartíðina!
Hóast tað til tíðir er strævið at vera lesandi, so er eisini umráðandi at njóta tíðina og stuttleika sær.
Hevur tú tørv á vegleiðing?
Vit hjálpa tær fegin við spurningum. Ring ella send okkum ein teldupost.
Ofta settir spurningar/OSS
Eg havi ikki greiðu á mínum fíggjarviðurskiftum, hvat skal eg gera?
Kom og práta við okkum, so vit fáa hjálpt tær. Eisini er snilt at at fáa sær eitt fíggjarark fyri at fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna. Hetta kann gerast í Netbankanum á teldu ella vit hjálpa tær við tí.
Studningurin røkkur ikki, hvørjar møguleikar havi eg?
Tú hevur møguleika at fáa antin eitt LestrarLán ella Fokuslán frá okkum. Eisini veitir Studni lestrarlán. Eitt lestrarstarv kann vera eitt gott íkast afturat studninginum.
Kann eg hava NemKonto í føroyskum peningastovni?
Ja, tað kanst tú gott, men tó er neyðugt at hava danskt CPR-nummar áðrenn. Set teg í samband við okkum, tá ið tú hevur fingið hetta og vit stovna tær eina NemKonto.
Á breddanum
Úr at gera í Suðuroyar Sparikassa fyrra hálvár 2022
Úrslitið fyri skatt fyrra hálvár 2022 er 1.444 t.kr., sum er á leið tað sama sum fyrra hálvár 2021. Realkredittfíggingin koyrir við fullari ferð og seinasta hálva árið eru realkredittlánini økt við 42,5 mió. kr, ið svarar til 62,3%.
Suðuroyar Sparikassi hækkar rentur
Grundað á, at altjóða rentustøðið er hækkað seinastu tíðina, og at rentan hjá danska tjóðbankanum er hækkað 0,50%, hækkar Suðuroyar Sparikassi rentuna 1. september 2022. Rentubroytingin hjá tjóðbankanum verður framd fyri at tálma høgu inflatiónini og gjøgnum hægri rentu at gera tað dýrari at fremja íløgur og meira skynsamt at spara pening upp.
Seg teg í samband við okkum